+298 219484 er@er.fo

Vælferðartøkni

- etikkur millum menniskju og maskinu

Vælferðartøkni og etikkur

Vælferðartøkni er av álvara vorðin ein týðandi partur av okkara lívi. Vit tosa her um tøkni við tilgjørdum viti (AI, Artificial intelligence), so sum tólmenni (robottar), appir og telduforrit, sum kunnu lætta um í gerandisdegnum. Tøkni, sum ger fólk betur før fyri at vera virkin, røra seg, taka lut og at klára seg sjálvi, ikki minst teimum, ið tørva røkt, antin tað er í egnum heimi, á røktarheimi ella øðrum stovni. Vælferðartøkni kann soleiðis eisini vera við til at leysgeva arbeiðsorku, samstundis sum hon kann betra um trygd og lívsgóðsku hjá borgarunum.

Men við vælferðartøkni stinga nógvir etiskir spurningar seg eisini upp. Hvussu ávirkar tað sambandið millum menniskjur, tá ið tøkni og tøkniskipanir yvirtaka partar av røktini? Ber tað til at siga nei til vælferðartøkni, sum verður boðin einum, og fáa okkurt annað í staðin? Hvussu tryggja vit, at brúkarin verður hoyrdur og tikin við upp á ráð? Hava vit lov til at hava eftirlit við fólki gjøgnum tøkniskipanir, um tey ikki sjálvi hava givið sítt samtykki? Hvør hevur ábyrgdina fyri, at vælferðartøknin riggar sum hon skal? Og hvør hevur ábyrgdina, tá okkurt gongur galið? Og so framvegis.

Fyri at kasta ljós og so nógvar etiskar spurningar, sum til ber, og skapa kjak um teir, skipa Etiska ráðið og Sjúkrarøktaretiska ráðið í felag fyri einum tiltaki um vælferðartøkni og etikk týsdagin 7. juni kl. 13-16 í Smæruni, J.H. Schrøters gøtu 7. Tiltakið verður skipað soleiðis, at umboð fyri mennarar, veitarar, brúkarar og onnur fáa høvi til lýsa evnið “Etikkur og vælferðartøkni” frá sínum sjónarhorni, við stuttum framløgum, sum verða stroymdar beinleiðis og sjónbandaðar til útgávu á heimasíðum.

Tilmelding fer fram á Facebook, har tiltakið og skráin fyri tiltakið er at finna á vangunum hjá Etiska ráðnum. Til ber eisini at senda boð er@er.fo ella ringja 219484. Um fleiri melda til, enn pláss er fyri, verður tiltakið flutt í størri høli.

Skrá​

13.00
Anne Mette Greve Klemensen, forkvinna í Etiska ráðnum, bjóðar vælkomin
13.10 At umboða sjónarmið veitarans (almennar og privatar):
  Turið Jacobsen, granskari
Nemlia, fyritøka
Eyðun Eliasen, arkitektur
Kristbjørg Christiansdóttir, Almannaverkið
Jóngerð Guttesen, Kommunufelagið
14.30 Steðgur
15.00 At umboða sjónarmið brúkarans:
  Beate L. Samuelsen, Pensjonistafelagið
Naina Túgvustein, Alzheimersfelagið
  Onnur sjónarmið – vælferðartøkni sæð í frásjón:
  Jógvan D. Hansen, lærari í heimspeki og limur í Etiska ráðnum
15.50 Jana Mortensen, forkvinna í Sjúkrarøktaretiska ráðnum, endar og tekur samanum

Tiltakið verður stoymt beinleiðis, við teknmálstulking, og síðan lagt út á heimasíðuna hjá Etiska ráðnum.

Foto: wildpixel

Foto: wildpixel

Tiltakið er skipað í samstarvi millum:

Etisk evni

Hesi evni viðgera vit í Etiska ráðnum.

Um Etiska Ráðið

Les um endamálið við Etiska ráðnum.

Ráðslimir

Etiska ráðið hevur 9 limir, ið sita 4 ár í senn.