+298 219484 er@er.fo

Kunning um dátuvernd

Tá tú sendir Etiska ráðnum ein teldupost við eini áheitan, spurningi, ella fyrispurningi, verður eitt mál stovnað, og samskiftið – eins og viðgerð av samskiftinum -, verður goymt í journal skipanini hjá Etiska ráðnum.

Eru persónupplýsingar í teldupostinum, verða hesar eisini skrásettar. Tað sama er galdandi fyri viðkvæmar persónupplýsingar.

Upplýsingar um teg verða bara viðgjørdar sum liður í viðgerðini av málinum. Krevur málið at ráðið – og harvið ráðslimirnir – verða inndrignir, so fáa ráðslimirnir eisini innlit í samskiftið. 

Heimildargrundarlagið fyri viðgerðini er vanliga at finna í dátuverndarlógarinnar § 8, stk. 1, nr. 5 (myndugleikaútinnan) og í § 12, stk. 1, nr. 2 og 7 (heimild í lóg) (rættarkrav).

Sum dátuábyrgdari leggur Etiska ráðið dent á, at viðgerðin av persónupplýsingum er í samsvari við dátuverndarlógina, t.e. løgtingslóg nr. 80 frá 7. juni 2020 um vernd av persónupplýsingum.

Etiska ráðið hevur tí sett tiltøk og fyriskipanir í verk, sum eitt nú skulu tryggja persónupplýsingarnar ímóti óheimilaðari ella ólógligari viðgerð.

Tað er sera avmarkað hvør hevur atgongd til journalskipanina hjá Etiska ráðnum (fakligi skrivarin, forfólkið og leiðslan í Heilsumálaráðnum), og tað verður kannað við ávísum millumbilum, hvør ið hevur verið inni á málunum.

Sum skrásettur hevur tú ávís rættindi. Tú hevur rætt til at verða kunnaður, tá Etiska ráðið savnar upplýsingar um teg, og tú hevur rætt at fáa at vita, hvørjar upplýsingar Etiska ráðið viðger um teg. Í ávísum førum hevur tú eisini rætt til at krevja, at Etiska ráðið rættar ella strikar upplýsingar um teg.

Allir teldupostar, sum ikki krevja nærri viðgerð ella eru partar av málsgongdum, verða burturbeindir eftir 6 mánaðir. Teldupostar, sum eru partar av málsgongdum – t.e. áheitanir, fyrispurningar, umbønir o.t. -, verða burturbeindir úr teldupostskipanini eftir 6 mánaðir, men eru goymdir í journalskipanini.

Hevur tú spurningar til dátutrygdina hjá Etiska ráðnum, kanst tú senda ein teldupost til: er@er.fo