+298 219484 er@er.fo

Gentøkni og genomkanningar

Almennur kjakfundur í Suðuroy

Hvat vilja vit vita um okkum sjálvi,
og hvat eiga vit at gera við nýggju vitanini?

Tiltak á Miðnámsskúlanum í Suðuroy
sunnudagin 8. november 2020 kl. 14.30 – 17.00

Endamálið við tiltakinum er menna kjakið um etiskar spurningar, sum knýta seg at gentøknifrøði, ið hevur ávirkan á menniskju.

Vit varpa ljós á eitt nú hesar spurningar:

  • Hvussu handfara vit sum einstøk, granskarar og samfelag vitanina, sum vit kunnu fáa?
  • Hava vit skyldu til at taka støðu og virka út frá nýggju vitanini?
  • Eru vit sum einstøk menniskju sjálvi før fyri at taka støðu við støði í hesum nýggja veruleika?

Til ber at síggja framløgurnar frá kjakfundinum her:

Skrá

Broytingar kunnu koma fyri.

Orðstýrari: Jógvan Dahl, fyrrverandi lærari og varaskúlastjóri á Skúlanum á Fløtum

Kl. 14.30 Vælkoma
Anne Mette Greve Klemensen, prestur, forkvinna í Etiska ráðnum

Kl. 14.40 Etikkur og genetikkur
Marjun Bæk, prestur emer., limur í Etiska ráðnum

Kl. 14.55 Genomkanningar í Føroyum
Noomi O. Gregersen, PhD í mýlskari lívfrøði, verkætlanarleiðari fyri FarGen

Kl. 15.10 Gentøkni og etiskar avbjóðingar: Vi kan gjøre det, men bør vi gjøre det?
Svein-Ole Mikalsen, professari í mýlskari lívfrøði, Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetri Føroya

Kl. 15.25 Spæla vit Guð, tá vit broyta okkara byggisteinar?
Jógvan D. Hansen, lærari í heimspeki, limur í Etiska ráðnum.

Kl. 15.40 Pallborðsorðaskifti, spurningar og kjak

Kl. 16.20 Samanumtøka
Anne Mette Greve Klemensen, forkvinna í Etiska ráðnum

Kl. 16.30 Liðugt

Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin.

Uppleggini frá fyrilestrahaldarunum vórðu tikin upp og kunnu síggjast her: www.etiskaradid.fo