+298 219484 er@er.fo

At fara væl úr hesi verð – Tilveruspurningar evstu tíðina

1. Inngangur

At fara væl úr hesi verð… er fyrsta regla úr einum sálmi eftir Grundtvig, og sum Vestmannakonan Anna í Skálum týddi til føroyskt, í okkara Sálmabók Føroya Kirkju nr. 298.

Heitið valdi eg, tí tað bæði sigur nakað um, fyri tað fyrsta at tað allarhelst er tað, allar menniskjur helst vilja: nettupp tað, at vit VITA, at vit – líka so vist sum vit einaferð eru fødd ella komin í verðina – fyrr ella seinni eisini SKULU úr lívinum ella verðini aftur. Fyri tað næsta, at tá tað nú ER so, so ræður tað kanska eisini um, at vit VELJA at fara VÆL: At vit VELJA at hugsa, siga, gera tað RÆTTA bæði viðvíkjandi okkum sjálvum og okkara næstu. Eg fari beinanvegin at undirstrika, at eg brúki orðið VELJA, av tí at vit eru í einum etiskum høpi, har alt tað, vit VELJA at siga, hugsa og gera helst skal virka við til ta RØTTU atferðina. – So langt sum TAÐ nú ber til!

 

2. Uppgávan – hjá presti og øðrum, sum ikki eru heilsufakfólk

Tað, vit hugsa um her í kvøld, er tað sum fólk, sum eru UM tann sjúka og doyggjandi kunnu hugsa, siga og gera fyri sum best at veita linna í eini støðu, sum fyrr ella seinni endar við deyðanum. Tað vita vit jú, at tað ger alt lív fyrr ella seinni, men her tosa vit um, at nú er eingin gongd leið aftur til tað fríska lívið, og tí er spurningurin, hvussu vit best eru um tann doyggjandi ta síðstu tíðina, og har hava øll í tí palliativa toyminum sín leiklut út frá síni professión og sínum fakkunnleika. Og kanska eisini meira enn tað: Tað er jú ikki vist, at heilsu-fakfólk sleppa undan sonevndum “stórum” spurningum í teimum tímunum á sjúkraleguni, tá tað illa ber til at fáa fatur á onkrum, sum kanska hevði verið betri hóskandi. Mín uppgáva her í kvøld er at siga eitt sindur um, hvat KANN leika á, sum IKKI kann hjálpast við heilivági og øðrum fysiskt relateraðum atgerðum. Summi hava valt at tosa um andaliga umsorgan og sálarrøkt, og tað er í lagi, bara vit minnast, at øll slík hugtøk mennast við tíðini, kanska verða tey meira specialiserað, kanska verða tey heldur rúmligari. Fara vit 40-50 ár aftur í tíðina, so ivaðist eingin í, at andalig umsorgan snúði seg um átrúna, um bøn og sálmar og bíbliulesnað og leiklutin hjá presti ella øðrum átrúna-umboðum, men soleiðis er tað ikki longur: Nú fevnir hugtakið “andalig umsorgan” um alt tað, sum ikki specifikt er uppgávan hjá professionellum heilsustarvsfólki. Fara vit 4–500 ár aftur í tíðina, soleiðis sum Troels Lund lýsir støðuna í bókaverkinum “Dagligt liv i Norden”, so lá tann doyggjandi í eini song í tí størsta rúminum í húsinum, umgivin ætt og vinum, sum skiftust um at vaka yvir og við tí doyggjandi. Sum eitt tað fyrsta sendu tey boð eftir presti, sum troystaði við skriftini, við bøn og sálmasangi, og sum tók tann sjúka til altars. Síðani slapp læknin framat við tí, sum hann var førur fyri at linna við. Sum ein prestur tá segði frá eini konu, sum eftir at hava verið til altars, segði: “Nú havi eg tosað við Guð, nú kunnu tit senda boð eftir doktaranum!” Tað ber kanska til at siga, at aftaná at tann øvuta raðfylgjan leingi var ráðandi, var so spurt, hvat vit kunnu gera við teir spurningarnar um trúgv, um Guð, um tilveruna, o.a. sum eisini kunnu stinga seg upp til endans.

Har sum tann palliativa røktin fer fram á einum sjúkrahúsi ella í tøttum samstarvi við eitt sjúkrahús, er tað vanligasta vist at brúka sjúkrahúsprestin. Og har sum fólk eru heima hjá sær sjálvum ella í aðrari røkt er tað meiri vanligt at brúka sín egna prest. Og tá fólk hoyra til aðrar samkomur ella trúarsamfeløg enn fólkakirkjuna, so verða tað oftast fólk haðani, sum verða boðsend, um ynski er um tað. Og so er tað jú eisini so, at fólk hvørki vilja síggja eitt ella annað umboð fyri átrúna og yvirhøvur ikki ynskja ella hava brúk fyri øðrum enn tí reint fakliga frá heilsustarvsfólkunum, og tað skal so sjálvsagt virðast.

 

3. Sonevndir “stórir” spurningar

Hvat eru tað so fyri spurningar, sum kunnu stinga seg upp? Tað er næstan ómøguligt at svara uppá, tí teir eru líka so ymiskir, sum vit menniskjur eru ymiskar.

Tað, sum er av allarstørsta týdningi hjá øllum, sum eru um fólk til endans, er at minnast til, at vit altso eru LIVANDI líka til ta síðstu løtuna. Tað KANN vera, men tað er ikki vist(!), at vit/sjúklingurin/ tann doyggjandi so smátt hava fatað, at tað einki nyttar at hugsa fleiri ár fram í tíðina, kanska bara eitt ár, ein mánaða, eina viku, ein dag, og so hava vit kanska okkurt ynski um, hvat vit kundu hugsað okkum at brúkt árið, mánaðin, vikuna ella dagin til. Vit hava jú frælsi til at brúka tað lívið og ta tíðina, vit hava fingið, og harvið hava vit eisini ábyrgdina av, at vit brúka lív okkara væl. Tað kann gott vera ein lætti og broyta vónina at viðurkenna at nú er ikki meira at stríðast fyri ella við. Hóast deyðin kanska er komin nærri, so elska vit framvegis okkara næstu og tað, tey hava at týða fyri okkum. Vit hugsa um tey og um, hvussu tað man gangast hjá teimum, bæði nú og hvussu tað so man fara at gangast teimum, tá vit ikki eru har longur. Vit vóna teirra vegna. Kanska er tað okkurt, vit vilja siga teimum, eggja teimum til. Okkurt, vit skulu takka teimum fyri. Ella biðja um fyrigeving fyri. Øll vóna vit at sleppa undan at pínu, tá vit skulu hiðani, summi kanska gleða seg til at síggja tey av sínum, sum eru farin undan, aftur, ella síggja fram til at sleppa heim til Guðs ella bara burtur úr einum lívi, sum eisini kann kennast tungt og møðsamt og pínufult.

Ein tann størsta avbjóðingin hjá okkum, sum eru um doyggjandi, er at virða teirra autonomi, teirra sjálvsavgerðarrætt. Øll hava eina lívsáskoðan, meira og minni orðaða, men sum kanska sæst aftur í teirra lívssøgu. Tá vit fegin vilja hjálpa og samstundis kenna okkum hjálparleys og maktarleys, er tað kanska ein stór freisting at billa okkum inn, at vit vita, hvørjar spurningar sjúklingurin MAN hava, tí tað høvdu vit kanska sjálvi havt í somu støðu, men tað kann verða blóðskeivt, tí tá eru vit í vanda fyri at leggja frá okkum sjálvum spurningar, sum viðkomandi kanska als einki stríð hevði havt av frammanundan, yvir á viðkomandi, og sostatt gera teirra støðu enn verri.. Danski guðfrøðingurin og psykoterapeuturin Bent Falk plagar at siga, at ert tú ein, sum er um fólk í kreppu ella til endans, so ver dum, doven og dig selv:

Við dum meinti hann, at sjálvsagt er tann, tú tosar við, klókari enn tú, í øllum førum tá tað ræður um TEIRRA EGNA lív, kanska skalt tú bara lurta og einki siga. SPYR heldur enn at gita. At verða doven er at lata vera við at taka alt uppá seg, kanska eru tað onnur, sum duga nógv betur enn tú, og so ræður tað um ikki at standa í vegin, men at lata ábyrgdina frá sær til onkran annan betri skikkaðan. Og so at vera sig selv: “Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg” merkir ikki, at tú skalt elska næsta tín í staðin fyri teg sjálva, tað merkir heldur, at tú mást hava okkurt í tær sjálvari at gera gott við, eitt gott sjálvsmedvit um teg sjálva, um styrkir og veikleikar, um sigrar og føll osfr. – Sami Bent Falk kundi í minni almennum høpi siga: Hold af, hold om, hold kæft!

 

4. Erfaringar hjá presti

Sum fólkakirkjuprestur havi eg fleiri ferðir verið úti fyri, at fólk, sum annars hoyra til aðrar samkomur, heldur vilja tosa við okkum enn við onkran úr teirra egnu samkomum. Eg hugsi, tað hevur okkurt við at gera, at tey vænta eina professionalismu av okkum meira enn av sínum egnu oftast sjálvlærdu. Tað hevur onkuntíð verið, tí tey eru komin til onkra aðra niðurstøðu um Guð og um trúgv o.a., enn ta, sum er ráðandi har, tey koma frá, og so hava tey tað álitið á kirkjuni, at vit við okkara drúgvu útbúgving og treytaleysu tagnarskyldu eru verd at tosa við og kanska hava okkurt boð uppá, at tað sum oftast eru fleiri svar ella loysnir til spurningar og ivamál. Fólk vita, at presturin skrivar einki upp og slatrar ikki. Og presturin gevur onga viðgerð, tvs. hann er ikki lækni, psykologur ella annar viðgerðari, tí har eru onnur fólk við góðari útbúgving til tað sama. Tað eru fólk úr samkomum uttan fyri fólkakirkjuna, sjálvsagt altíð vælkomin til.

Tað er eisini komið fyri, at onkur vil hava okkurt, tey hava verið ósamd við onkran um, í rættlag og út úr verðini, áðrenn tey sjálvi skulu avstað, og so kann prestur eisini brúkast til at fáa samband í lag aftur og kanska verða triðja hjólið í eini samrøðu millum partarnar.

So hendir tað seg eisini, at fólk hava okkurt úr sínum egna lívi, sum er ov tungt hjá teimum at bera við sær einsamøll, men sum tey tó vilja sleppa at siga frá og tosa við onkran annan um, men helst ikki við nakran tey kenna, har kunnu tey eisini trygt venda sær til ein fólkakirkjuprest, tí haðani fer einki víðari.

 

5. Kirkjuligar resursir

So fari eg at siga okkurt um tær resursir, sum vit í kirkjuni hava í okkara ritualum. Og í tí fyribrigdinum, vit í kirkjuni kalla sálarrøkt. Eg komi aftur til tey bæði ritualini, vit kalla skriftarmál og altarsins sakramenti. Eisini við teimum hava meingarnar kanska verið eitt sindur ymiskar gjøgnum tíðirnar, men tey hava eina 2000 ára gamla søgu, og tey hava tolt tað slitið.

Í kirkjuligum høpi plaga vit at siga, at sálarrøkt er:

  1. samrøða millum tvey menniskju, har tagnarskyldan er av strangasta slag,
  2. í mun til sokallaða verðsliga lívsvegleiðing, ráðgeving, terapi, coaching o.a. er samanhangurin millum partarnar givin: tað er tann felags kristna bakgrundin, sum liggur undir, um tað verður sagt beinleiðis ella ikki, og
  3. tað er meinigheitin, kirkjufólkið, sum bjóðar hesa tænastuna, oftast gjøgnum tann prestin, tey hava sett.

Á fakmáli eitur sálarrøkt poimenik, av poimen, sum merkir hirði, og myndin er lænt frá Jesu orðum um hin góða hirðan. Altso er definitiónin: Ein hjálpandi samrøða við tað einstaka menniskja, sum hendir í einum kristiligum samanhangi vegna kirkjufólkið.

Onkur hevur sagt tað soleiðis, at sálarrøkt er at ganga eitt petti av Guðs vegi við einum medmenniskja, og onkur annar hevur sagt, at í hesum førinum er presturin Guðs gólvmátta: Her kanst tú turka alt tað av tær, sum pínir teg! Tað skal í minsta lagi vera eitt stað, tú ikki skalt vera einsamøll við undarligum ella “forbodnum” kenslum ella hugsanum. – Og tað er nakað rætt í øllum sovorðnum formuleringum: Uppgávan í sálarrøktini er at fylgjast við tí einstaka menniskjanum okkurt petti av vegnum, sum viðkomandi kanska ikki orkar at ganga einsamallur.

Vit verða ofta spurd, hví vit brúka hetta løgna orðið sálarrøkt, ella sálarsorg, sum vit kenna tað úr donskum,har tað heldur merkir sálarumsorgan, men týdningurin av orðinum “sál” í hesum sambandi kemur úr GT, har orðið slætt og rætt merkir lív. Tað merkir altso lívshjálp. Og tann, sum ynskir hjálp, hevur sum oftast sína egnu loysn av trupulleikanum við sær, og so er uppgávan kanska bara at fáa sett orð á tað og tosa um teir konsekvensir, einhvør avgerð hevur við sær, og stuðla til at føra teir út í lívið…

Fyrimyndin eisini fyri sálarrøktini í dag liggur í skriftarmálinum. Tað ritualið kenna vit í dag kanska best frá filmum, har vit í onkrari katólskari kirkju síggja tey smáu rúmini, har fólk játta sínar syndir fyri einum presti, sum so gevur teimum Guðs fyrigeving. Í okkara luthersku siðvenju er eingin millummaður millum Guð og menniskjur, har er skriftarmálið ein tænasta millum brøður, millum limir á sama likami, millum øll doypt, og fyrigevingin er sum áður altíð Guðs egna. Tað er – ella kann vera – ein samrøða millum tveir líkaverdar partar, prestin og tann, sum kemur til hansara. Men um tann einstaki ikki sjálvur hevur brúk fyri júst tí, so er tað als ikki neyðugt at skula pensla sínar syndir út fyri presti, tær kunnu saktans verða verandi millum Guð sjálvan og menniskjurnar, og so ber væl til at fara til tað almenna skriftarmálið, sum er í okkara kirkjum í sambandi við guðstænastur og oftast í samband við altargongd. At brúka hendan møguleikan hevur altíð verið skilt sum at fara væl úr hesi verð…

Líkaleiðis við tí ritualinum, sum í kirkjuni eitur altarsins sakramenti ella kvøldmáltíðin.

Tað er ikki ein so sjálvsagdur siður longur, sum tað einaferð hevur verið. Omma mín sendi meg at biðja prest koma at “bírætta seg” nakað áðrenn hon doyði. Tá vistu øll, hvat tað merkti, og eg eri ikki vís í, um øll vita tað longur: – Til stuttleikar kann eg nevna, at einaferð ringdi ein hjálpsom sjúkrasystir til prest og segði, at har var ein sjúklingur, sum vildi hava prest at koma at “henretta seg”! Men at “bírætta seg” er at fara til altars, at fáa Jesus likam og blóð til fyrigevingar syndanna og soleiðis fara væl úr hesi verð til at møta sínum skapara. Oftast eru prestur og sjúklingur í einrúmi. Men altargongdin í kirkjuni er eisini ein sosial hending, har tú boyggir knø og fært vín og breyð saman við øðrum – um tað so skuldi verið tín versti fíggindi, og tú mást leggja oyra til, at hann ella hon eigur eins stóran lut í Guðs fyrigeving sum tú.

Hjá kirkjuvandum fólki havi eg tó ikki so sjáldan verið úti fyri, at fólk hava savnað alla familjuna til eina sovorðna bírætting. Í stovuni heima við hús, kanska, tá tað ber til at sita uppi. Tað kann verða reiðiliga trongt á eini stovu á einum røktarheimi, ella á eini sjúkrastovu á sjúkrahúsi, tá 20-30 fólk møta upp, børn og ung við skúlataskum og violinkassum og arbeiðsfólk í vásaklæðum, sum ikki brúka tíð uppá at fara heim at skifta. So hava vit eina lítla guðstænastu, onkur hevur kanska tendrað eitt stearinljós og lagt okkurt toystykki ella eitt reint handklæði á seingjarborðið at seta breyð og vín ella disk og kalik á, syngja tveir sálmar og hava altargangsritualið ímillum. So er slætt borð millum okkum og Guð og slætt borð millum okkum og okkara. Eg tori at siga, at tað er nakað av tí hátíðarligasta, eg havi verið við til. Og tann friðurin, sum leggur seg um tað heila aftaná, er næstan so ítøkiligur, at tú kanst nema við hann.

 

Marjun Bæk, fyrrverandi sóknarprestur og limur í Etiska ráðnum, Løkshøll 6. november 2019

Marjun Bæk,
limur í Etiska ráðnum

Stutt lýsing

Framløga, sum Marjun Bæk helt á almenna tiltakinum Linnandi viðgerð og lívsgóðska áðrenn deyða, sum varð hildið í Løkshøll 6. november 2019.