+298 219484 er@er.fo

Fosturdiagnostikkur

- vilja vit vita ella ikki vita

Endamálið við kjakfundinum er at lýsa, hvørjar etiskar spurningar fosturdiagnostikkur kann hava.

Almennur kjakfundur í Norðurlandahúsinum
mikukvøldið 22. mai kl. 19.30 – 21.30

Vit varpa ljós á spurningar sum t.d.

Nær skal kvinnan fáa bjóðað fosturdiagnostikk

Hvør skal fáa hetta tilboð

Hvørjar avleiðingar kann ein fosturdiagnosa fáa persónliga og samfelagsliga

- ella er best einki at vita ?

Hesir spurningar vera endavendir á kjakfundinum. Fosturdiagnostikkur verður alt meira vanligur og kvinnur við barn hava møguleika at fáa vitan um heilsustøðuna hjá fostrinum, langt áðrenn barnið verður føtt. Endamálið er at kunna kvinnuna/parið á ein neutralan og nøktandi hátt, soleiðis at kvinnan/parið hevur møguleika at taka tað valið, sum er rætt fyri kvinnuna/parið – og ikki at forða at børn, sum bera álvarslig brek ella hava álvarsligar sjúkur verða fødd. Vísir fosturkanningin, at fostrið hevur onkra sjúku ella ber brek, verður hond tikið um hetta, meðan barnið er í móðurlívi ella so skjótt barnið er føtt.

Fundurin verður skipaður við fýra uppleggum.  Hildur við Høgadalsá, forkvinna í Etiska ráðnum fer yvirskipað at greiða frá um fosturdiagnostikk útfrá spurninginum hvørt vit vilja vita ella ikki vita. Ann Danielsen, serlækni í kvinnusjúkum og limur í Etiska ráðnum, fer at greiða frá fosturdiagnostikki í Føroyum í dag og Fróði Joensen, yvirlækni á Barnadeildini, fer at greiða frá um genetiska skreening av arvaligum sjúkum í Føroyum.

Áðrenn orðaskiftið verður, fer Jógvan D. Hansen, lærari í heimspeki og limur í Etiska ráðnum, at hugleiða um, hvørjar etiskar tvístøður kunnu standast av fosturdiagnostikki og m.a.hvørjar avleiðingar fosturdiagnostikkur kann hava samfelagsliga og fyri tann einstaka.

Nærri upplýsingar

Tíð: Mikukvøldið 22. mai kl. 19.30 til 21.30
Stað: Norðurlandahúsið í Skálanum
Kostnaður: Ókeypis
Tilmelding: Eingin tilmelding

Skrá

Orðstýrari: Óluva Zachariasen, journalistur. Fundurin verður teknmálstulkaður og uppleggini verða stroymd.

Kl. 19.30 Fosturdiagnostikkur – vilja vit vita ella ikki vita ?
Hildur við Høgadalsá, forkvinna í Etiska ráðnum

Kl. 19.40 Um fosturdiagnostikk í Føroyum
Ann Danielsen, serlækni í kvinnusjúkum og limur  í Etiska ráðnum

Kl. 19.50 Genetisk skreening av arvaligum sjúkum í Føroyum – hvørja vitan hava vit ?
Fróði Joensen, Yvirlækni á Barnadeildini

Kl. 20.10 Hvørjar etiskar tvístøður kunnu standast av fosturdiagnostikki ?
Jógvan D. Hansen, lærari í heimspeki og limur í Etiska ráðnum 

Kl. 20.35 Spurningar og orðaskifti

Í panelinum eru: Hildur við Høgadalsá, Ann Danielsen, Fróði Joensen og Jógvan D. Hansen

Kl. 21.25 Samanumtøka
Hildur við Høgadalsá, forkvinna í Etiska ráðnum

 

Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin. Sjónbandaupptøka verður gjørd av uppleggunum og løgd á heimasíðuna www.etiskaradid.fo