Fosturdiagnostikkur
– vilja vit vita ella ikki vita
Menningin innan fosturdiagnostikk gongur við rúkandi ferð og tøknin ber í sær, at vitanin økist alt meira. Umráðandi er at dvølja við støðuna og spyrja, hvar markið gongur fyri hvørjar kanningar vit vilja gera og hvussu vit vilja handla uppá alla vitanina vit kunnu fáa.
Etiska ráðið við Hildur við Høgadalsá sum forkvinnu, hevur varpað ljós á hetta evnið.
Fosturdiagnostikkur verður alt meira vanligur og kvinnur við barn, hava møguleika at fáa vitan um heilsustøðuna hjá fostrinum, langt áðrenn barnið verður føtt. Í Føroyum fáa allar kvinnur tilboð um gjøgnumskanning í viku 18-20 og kvinnur, sum eru 35 ár og eldri fáa tilboð um fosturdiagnostikk.
Fosturdiagnostikkur kann føra við sær nógvar torførar etiskar spurningar, sum t.d. hvat er tað eg vil vita, hvat geri eg, um fostrið hevur eitt hvørt frávik, hvat um tað hevur álvarsliga sjúku, ella vil eg bara tryggja mær, at eg fái eitt barn, sum ikki feilar nakað?
Etiska ráðið hevur tosað við tvær kvinnur um fosturdiagnostikk. Vit nevnda tær kvinna A og kvinna B. Onnur hevur valt at taka av tilboðnum um at kanna fostrið og hin hevur valt ikki at taka av tilboðnum um at kanna fostrið.
Hesar samrøður eru gjørdar sum framhald av, at ráðið hevur skipað fyri kjakfundi um fosturdiagnostikk undir heitinum – vilja vit vita ella ikki vita. Hesin fundur var 22. mai 2019. Endamálið var at lýsa hvørjar etiskar spurningar fosturdiagnostikkur kann hava.
Almenn vegleiðing
Etiska ráðið hevur ásanna, at tørvur er á einari føroyskari almennari skrivligari vegleiðing um fosturdiagnostikk. Hetta fyri m.a. at skapa gjøgnumskygni, tryggja at kvinnur fáa somu møguleikar og fyri at kvinnur og pør sjálvi kunnu seta seg inn í týdningin og spurningin um fosturdiagnostikk.
Menningin innan fosturdiagnostikk gongur við rúkandi ferð og tí er týdningarmikið at umrøða hesi viðurskifti. Formligu ásetingarnar og møguleikarnir fyri fosturdiagnostikki í Føroyum eru ikki teir somu sum í okkara grannalondum.
Etiska ráðið hevur tí vent sær til Heilsu- og innlendismálaráðið, við áheitan um at fáa skrivliga vegleiðing um fosturdiagnostikk.
Barnakonur yngri enn 35 ár
Gjøgnumskanning vika 18 – 20
- Áseta termin
- Eftirburður staðsetast
- Skanna gøgnini
Kelda: Landssjúkrahúsið
Barnakonur eldri enn 35 ár
Gjøgnumskanning vika 18 – 20
- Áseta termin
- Eftirburður staðsetast
- Skanna gøgnini
- Tilboð um fosturdiagnostikk (t.d. NIPT-test)
Kelda: Landssjúkrahúsið
Barnakonur við øktum váða
- Fáa sama tilboð sum aðrar og fáa tilboð um fleiri kanningar, alt eftir hví mett verður, at tær eru í serligum váða. T.d. kunnu kvinnur eldri enn 35 ár fáa tilboð um NIPT test, (sí leinkju omanfyri) sum er ein blóðroynd frá mammuni, har DNA frá barninum verður kannað fyri trisomi 13, 18 og 21. Er talan um kenda arvaliga sjúku í familjuni, kann kvinnan fáa tilboð um:
- Roynd frá móðurkøkuni Chorion villi biopsi
ella eina - Fosturvatnsroynd Amnionscentese
Kelda: Landssjúkrahúsið