+298 219484 er@er.fo

Løgtingslóg nr. 70 frá 29. mai 2017 um Etiskt ráð

Løgtingslóg um Etiskt ráð
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

Endamál og óheftni
§ 1. Etiska ráðið hevur til endamáls at fremja og styrkja kjak og vitan um etiskar spurningar, ið knýta seg til heilsufakligt virksemi á heilsuøkinum, almannaøkinum og kommunala økinum. Harumframt hevur ráðið til endamáls at gera almennar myndugleikar og borgarar betur førar fyri at taka støðu í etiskum spurningum. Ráðið er við til at byggja upp almenna vitan og førleikar um etiskar spurningar í Føroyum.
Stk. 2. Etiska ráðið eigur í sínum virki at leggja dent á virðing fyri tign og friðhalgi menniskjans, virðing fyri komandi ættarliðum, umframt virðing fyri náttúru og umhvørvi.
§ 2. Etiska ráðið er óheft í sínum virki.

Virkisøki og uppgávur
§ 3. Etiska ráðið eygleiðir gongdina í samfelagnum og tekur, av egnum ávum, til viðgerðar almennar og prinsipiellar etiskar spurningar um gransking í og nýtslu av biotøknifrøði og ílegutøknifrøði, ið hevur ávirkan á menniskju.
Stk. 2. Harumframt kann ráðið taka til viðgerðar aðrar etiskar spurningar, sum knýta seg til heilsufakligt virksemi á heilsuøkinum, almannaøkinum og kommunala økinum og etiskar spurningar um lívfrøðiliga, medisinska gransking viðvíkjandi menniskjum.
§ 4. Ráðið ráðgevur Løgtingi, landsstýrisfólkum og almennum myndugleikum í etiskum spurningum.
Stk. 2. Harumframt skal ráðið upplýsa almenningin og taka etiskar spurningar til umrøðu í almenninginum.
§ 5. Ráðið letur úr hondum í minsta lagi eina frágreiðing um árið við støði í § 3 í hesi løgtingslóg.

Skipan av ráðnum
§ 6. Í Etiska ráðnum eru 9 limir, ið verða settir fyri 4 ár í senn. Limirnir verða sitandi í ráðnum, til nýggir limir eru tilnevndir.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin í heilsu- og innlendismálum setur ráðið eftir hesum reglum:
1)   Landsstýrismaðurin í heilsu- og innlendismálum tilnevnir formannin í ráðnum, umframt ein lim.
2)   Landsstýrismaðurin í heilsu- og innlendismálum tilnevnir ein lim eftir tilmæli frá landsstýrismanninum í almannamálum, ein lim eftir tilmæli frá Kommunufelagnum, ein lim eftir tilmæli frá landsstýrismanninum í vinnumálum, ein lim eftir tilmæli frá landsstýrismanninum í kirkjumálum og tríggjar limir eftir tilmæli frá politisku flokkunum, ið hava umboð á Løgtingi.
Stk. 3. Tey, ið verða tilnevnd í ráðið sambært stk. 2, nr. 1 og 2, skulu hava innlit í etisk, mentanarlig, samfelagslig og faklig viðurskifti, ið hava týdning fyri ráðsins virki.
Stk. 4. Limir í ráðnum kunnu ikki sita á Løgtingi ella í kommunustýri.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin í heilsu- og innlendismálum skal tryggja, at ráðið verður samansett við fólki við fjølbroyttum útbúgvingum og royndum og at umleið eins nógvir limir av báðum kynum eru umboðað.
Stk. 6. Tá ið ráðið verður sett av nýggjum, verður miðað ímóti, at í minsta lagi 3 limir frá undanfarna valskeiði verða sitandi eitt valskeið afturat. Limir kunnu verða settir av nýggjum eina ferð.
Stk. 7. Ráðið ásetur sína egnu fundarskipan.
§ 7. Limirnir í ráðnum fáa fundarpengar og ferðapening sambært galdandi reglum landsins.
Stk. 2. Serlig avtala kann gerast um samsýning til formannin í ráðnum, sum skal góðkennast av landsstýrismanninum í fíggjarmálum.

Gildiskoma
§ 8. Henda løgtingslóg kemur í gildi tann 1. september 2017.

Í Tinganesi, 29. mai 2017

Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður

Lm. nr. 66/2016