+298 219484 er@er.fo

Tiltøk

Palliatión

– Linnandi viðgerð og lívsgóðska áðrenn deyða

Kjakfundur í Løkshøll mikukvøldið 6. november kl. 19.30 – 21.30.

Endamálið við kjakfundinum er at lýsa hvørjar etiskar støður og spurningar knýta seg at síðstu tíðini áðrenn deyða og hvussu vit ynskja, at seinasta tíðin skal vera.

Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.

Tvístøðan á bróstinum

Í mars 2019 luttók Etiska ráðið á kjakfundi í Spaniastovu í Klaksvík. Evnið var hjartastartarar fyri eldri á bústovni.

Spurt var t.d.: Eiga vit sum eldri búfólk sjálvi at gera av, um hjartastartari skal brúkast, um vit hava tað fyri neyðini ella eru tað onnur, sum taka avgerð okkara vegna?

Sí: Um hjartastartarar á bústovnum fyri eldri.

 

Fosturdiagnostikkur

Í mai 2019 var skipað fyri kjakfundi um fosturdiagnostikk, undir heitinum Fosturdiagnostikkur – vilja vit vita ella ikki vita ?.

Endamálið við kjakfundinum var at lýsa, hvørjar etiskar spurningar fosturdiagnostikkur kann hava. Fýra upplegg vóru og síðan var orðaskifti.

Uppleggini kunnu síggjast her.

Leidd og Eygleidd

Í november 2018 skipaði Etiska ráðið fyri fyrsta almenna tiltakinum. Tiltakið var skipað sum ein kjakfundur undir heitinum Leidd og Eygleidd og snúði seg um at lýsa, hvørjar etiskar spurningar talgilding í heilsuverkinum kann hava.

Á fundinum vóru upplegg og síðan var orðaskifti.

Uppleggini kunnu síggjast her.