23. jun. 2026
Etiska ráðið á vitjan hjá landsstýriskvinnuni.
Mánadagin 22. juni vóru Bergur Debes Joensen, formaður, og Katla Heðinsdóttir, fakligur skrivari, á vitjan hjá landsstýriskvinnuni í heilsu- og orkumálum Eyðdis Hartmann Niclasen. Á fundinum var greitt frá virkseminum hjá Etiska ráðnum og teimum evnum, ráðið hevur arbeitt við seinastu árini. Eisini var ársfrágreiðingin fyri 2025 handað.