Verkstova: Biobank Research Across the Nordic Countries .
Etiska ráðið luttók í verkstovuni, sum Heilsustýrið skipaði fyri í døgunum 2.-3. juni 2026.
Heilsustýrið skipaði fyri verkstovu í samstarvi við Nordic Biobank Network (NBN) 2.–3. juni 2026 í Starvsfelagshúsinum í Havn. Á verkstovuni varð sjóneykan sett á, hvussu vit kunnu arbeiða við heilsudátum og tilfari úr biobankum tvørtur um Norðurlond, og hvørjar avbjóðingar og spurningar hetta hevur við sær viðvíkjandi lóggávu, etikki og samfelagsliga.
Um verkstovuna
Heilsudátur og lívfrøðiligt tilfar verða alt meira tøk tvørtur um landamørk. Hetta gevur nýggjar møguleikar fyri gransking, men tekur eisini týdningarmiklar etiskar, lógar- og samfelagsligar spurningar upp.
Verkstovan savnar luttakarar úr Norðurlondum fyri at umrøða, hvussu slík gransking kann fremjast í felag tvørtur um landamørk, samstundis sum álit, greiðir karmar og virðing fyri luttakarum verða tryggjað. Skráin er løgd til rættis við tí fyri eyga at skapa kjak millum ymiskar fakligar bólkar og umboð fyri lond, har støði verður tikið í avbjóðingum og royndum hjá luttakarunum.
Innihald
Verkstovan er býtt upp í tríggjar partar:
Lógir og atgongd til dátur
Hvussu kunnu lógarkarmar, reglur og mannagongdir í ymisku londunum ávirka møguleikarnar fyri samstarvi, serliga viðvíkjandi atgongd til og nýtslu av dátum. Hvussu kann hetta í verki gera millumlandasamstarv meira ella minni smidligt.
Samtykki
Hvussu vera ymisk sløg av samtykki nýtt, serliga tá dátur verða brúktar til nýggj endamál. Eisini verður dentur lagdur á, hvussu væntaninar hjá luttakarum í granskingarverkætlanum verða tulkaðar í ymiskum samanhangum.
Etisk og samfelagslig viðurskifti
Spurningar um álit, opinleika og nýtslu av norðurlendskum heilsudátum í altjóða gransking, og hvussu ávirkar hetta fatanina av trygd og ábyrgd.
Les meira um verkstovuna her.