Búmerkið hjá felagnum
30. mar. 2026

Poddvarpsrøð.

Í samstarvi við NÁM, hevur Etiska ráðið framleitt eina poddvarpsrøð í fyribils seks pørtum, har Jógvan D. Hansen og Arni Zachariassen, báðir limir í Etiska ráðnum, skifta orð um etikk. Poddarnir eru í miðal 14 minuttir til longdar, og eru serliga ætlaðir miðnámsskúlanæmingum.

Partarnir snúgva seg um:

1. Pliktetikk
2. Konsekvensetikk
3. Dygdaretikk
4. Vitlíki
5. Umhvørvið
6. Kynsskifti

Allir partarnir kunnu síggjast her.