Búmerkið hjá felagnum
6 okt. 2026

Etisk kvøldseta: Etiska landslagið.

19:00 - 20:30

Fyrsta týsdag í hvørjum mánaði í vetrarhálvuni bjóðar Etiska ráðið til etiska kvøldsetu í KFUK-húsinum í Havn, Varðagøta 9. Byrjað verður týskvøldið 6. oktobur kl. 19.

Hvussu bera vit okkum at, tá vit skulu taka støðu til etiskar spurningar? Hvat er tað sum ger, at nakað er rætt ella skeivt, og hvat meina vit í grundini við hesum hugtøkunum? Við øðrum orðum: Hvat er etikkur?

Jógvan D. Hansen, námslektari, fer hetta kvøldið at geva eina yvirskipaða rundferð í etiska landslagnum. Eftir framløguna verður samrøða millum Jógvan og Arna Zachariasen, guðfrøðing. Høvi verður at seta spurningar og taka lut í samrøðuni.

Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.