Búmerkið hjá felagnum
3 nov. 2026

Etisk kvøldseta: Etikkur og kríggj.

19:00 - 20:30

Fyrsta týsdag í hvørjum mánaði í vetrarhálvuni, bjóðar Etiska ráðið til etiska kvøldsetu í KFUK-húsinum. Týskvøldið 3. Novembur kl. 19 fer at snúgva seg um kríggsetikk.

Kann tað nakrantíð vera rætt ella rættvíst at fara í kríggj? Hvørjar reglu eiga at vera galdandi undir krígsførslu, og hvørjar etiskar skyldur hava partarnir, tá ið kríggið er av? Ber yvirhøvur til at seta etisk mørk í einari støðu, har vanligu etisku mørkini longu eru brotin?

Jógvan D. Hansen, námslektari, fer at greiða frá grunnleggjandi tankunum í kríggsetikki. Eftir framløguna verður samrøða millum Jógvan og Arna Zachariasen, guðfrøðing. Høvið verður at seta spurningar og taka lut í samrøðuni.

Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.