Ráðsfundur 2022.
Ráðsfundur, 9. desember 2022
Dagsskrá
- Góðkenning av fundarfrásøgn frá seinasta ráðsfundi
- Kunning frá formanninum og fakliga skrivaranum
- Fyrireika setan av nýggjum fakligum skrivara
- Evnisdagurin/arbeiðsdagurin í januar 2023
- Fyrireika alment tiltak um fosturtøku
- Fíggjarstøðan og fíggjarætlanin fyri 2023
- Ymiskt
Ráðsfundur, 28. oktober 2022
Dagsskrá
- Vælkoma. Ráðslimirnir siga, hvørji tey eru, og hvat tey vænta sær av ráðsarbeiðnum
- Kunning frá fakliga skrivaranum um Etiska ráðið
- Mál til fundin
- Áheitan frá Javna um at taka lut á heilsuráðstevnu, sum verður í Smæruni 11. november 2022, har fokus er á heilsuna hjá fólkum við menningartarni
- Uppskot til hoyringar: “Uppskot til kunngerð um medisinska útgerð og medisinska útgerð í in-vitro diagnostikki”
- Ætlanin hjá undanfarna ráði um at hava eitt alment tiltak um etiskar spurningar í sambandi við fosturtøku í Føroyum
- Evnisdagur/arbeiðsdagur í januar 2023
- Leggja fundarætlan fyri 2023
- Ymiskt
Ráðsfundur, 16. september 2022
Dagsskrá (evnisdagur)
- Morgunmatur og gjøgnumgongd av ætlan fyri evnisdagin
- Bólkaarbeiði I: Ætlan fram til og við 2023 – evni
- Framløgur, kjak og raðfesting av evnum
- Bólkaarbeiði II: Ætlan fram til og við 2023 – ráðið og ráðsarbeiðið
- Framløgur, kjak og niðurstøður
- Bólkaarbeiði III: Tiltak um fosturtøku 8. november 2022
- Framløgur og støðutakan
Ráðsfundur, 26. august 2022
Dagsskrá
- Fundarfrásagnir frá tveimum teimum seinastu fundunum at góðkenna
- Kunning frá ráðslimum og fakliga skrivaranum
- Møguligt alment tiltak í heyst/vetur – áseta dag og evni
- Temakvøld: hvat skulu vit finna upp á?
- Evnisdagur í september – leggja ætlan fyri virksemið fram til 2024
- Ymiskt
Ráðsfundur, 7. juni 2022
Dagsskrá
- Tema: “Kyn og etikkur” – Framløga yvir netið við Astrid Højgaard, serlækna, Aalborg Universitetshospital
- Fundarfrásøgn frá seinasta fundi at góðkenna
- Kunning frá ráðslimum og fakliga skrivaranum
- Møgulig onnur aktuell evni til umrøð
- Organdonatión – við støði í uppskoti í DK
- Annað
- Ymiskt
Ráðsfundur, 27. mai 2022
Dagsskrá
- Fundarfrásøgn frá seinasta fundi at góðkenna
- Kunning frá ráðslimum og fakliga skrivaranum
- Møgulig onnur aktuell evni til umrøðu
- Ymiskt
Ráðsfundur, 29. apríl 2022
Dagsskrá
- Fundarfrásøgn frá seinasta fundi at góðkenna
- Kunning frá ráðslimum og fakliga skrivaranum
- Tema: Kyn og etikkur. Bjørt Lind, forkvinna í felagnum Kyn, vitjar (sí www.kyn.fo)
- Ymiskt
Ráðsfundur, 25. mars 2022
Dagsskrá
- Fundarfrásøgn frá seinasta fundi at góðkenna
- Kunning frá ráðslimum og fakliga skrivaranum
- Kríggj, korona og etikkur – kjak við støði í aktuellu støðuni
- Ymiskt
Ráðsfundur, 18. februar 2022
Dagsskrá
- Fundarfrásøgn frá seinasta fundi at góðkenna
- Ársfrágreiðing 2021 at góðkenna
- Kunning frá ráðslimum og fakliga skrivaranum
- Mál at taka støðu til: Áheitan frá borgara
- Tvey ár við koronu – stuttir filmir (status)
- Raðfestingar í heilsuverkinum – kunning og avrundan
- Ymiskt
Ráðsfundur, 4. februar 2022
Dagsskrá
- Fundarfrásøgn frá seinasta fundi at góðkenna
- Kunning frá ráðslimum og fakliga skrivaranum
- Hvar eru vit? – úrslit, støðulýsing (framløga)
- Mál til hoyringar: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur – (endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við at barn doyr, stuðul til sjúkuútreiðslur og javning)
- Tiltøk í vá
- Tvey ár við koronu – orða spurningar
- Raðfestingar í heilsuverkinum – kunning og avrundan
- Ymiskt