Virkin deyðshjálp í Føroyum?.
Etiska ráðið, Sjúkrarøktaretiska ráðið, og Siðfrøðinevndin hjá felagnum Føroyskir Sálarfrøðingar skipa í felag fyri almennari ráðstevnu í Løkshøll hin 22. apríl 2026 kl. 9.00-15.00.
Etiska ráðið, Sjúkrarøktaretiska ráðið, og Siðfrøðinevndin hjá felagnum Føroyskir Sálarfrøðingar skipa í felag fyri almennari ráðstevnu í Løkshøll hin 22. apríl 2026 kl. 9.00-15.00.
Endamálið við ráðstevnuni er at varpa ljós á nakrar av kjarnuspurningunum, sum knýta seg til virkna deyðshjálp. Í løtuni er virkin deyðshjálp revsiverd í Føroyum, sambært § 239 og 240 í revsilógini. Tó er sokallað passiv deyðshjálp, sum fevnir um ikki at seta í verk lívsleingjandi viðgerð, ella at geva pínulinnan sum kann framskunda deyðan, ikki revsiverd.
Seinastu árini er virkin deyðshjálp – í ymiskum skapum og undir ávísum treytum – vorðin ein møguleiki í fleiri londum í vesturheiminum. Fyrst í Hollandi og Belgia í 2002, og nú teljast m.a. Kanada (2016), Spania (2021), Ný Sæland (2021), Eysturríki (2022) og fleiri statir í USA eisini uppí. Í grannalondum okkara verður evnið viðgjørt við jøvnum millumbilum, og eitt nú hevur danska stjórnin í heyst sett niður ein arbeiðsbólk at kanna og viðgera møguleikarnar fyri virknari deyðshjálp í Danmark.
Í hesum rákinum er tað týdningarmikið, at føroyingar eru førir fyri at viðgera hetta álvarsama og torføra málið á upplýstum grundarlagi. Yvirskipaði spurningurin til ráðstevnuna er sostatt: Hvørji atlit hava týdning, um støða skal takast til, um virkin deyðshjálp skal gerast ein møguleiki í Føroyum?
Skrá
Kl. 09.00: Bergur Debes Joensen, formaður í Etiska ráðnum, bjóðar vælkomin
Kl. 09.10: Landstýriskvinnan í heilsumálum, Eyðdis Hartmann Niclasen, setur ráðstevnuna
Kl. 09.20: Hansina Mikkelsen, palliatiónssjúkrarøktarfrøðingur
Kl. 09.50: Marita av Steinum, serlækni í lungnasjúkum
Kl. 10.20: Steðgur
Kl. 10.40: Jákup N. Olsen, formaður í Sjúklingaráðnum
Kl. 11.10: Erika Hayfield, lektari í samfelagsvísindum
Kl. 11.40: Miðmáli
Kl. 12.30: Gitte Klein, sálarfrøðingur
Kl. 13.00: Jógvan D. Hansen, námslektari í heimspeki
Kl. 13.30: Steðgur
Kl. 13.50: Jens Wang, løgfrøðingur
Kl. 14.20: Arni Zachariassen, guðfrøðingur
Kl. 14.50: Liljan Petersen, forkvinna í Siðsemisnevndini hjá sálarfrøðingunum, takkar fyri í dag
Luttøka er ókeypis, og krevur ikki tilmelding. Tó verður ókeypis ábit bjóðað í døgurðasteðginum, og krevur hetta tilmelding við at skriva teldupost til er@er.fo í seinasta lagið 15. apríl.
Ráðstevnan verður stroymd og upptikin.
Leinki til beinleiðis stroyming: https://www.youtube.com/live/AgQKHAdMpt0