
Fyrsta týsdag í hvørjum mánaði í vetrarhálvuni, bjóðar Etiska ráðið til etiska kvøldsetu í KFUK-húsinum. Týskvøldið 4. novembur kl. 19 fara vit at hoyra um polarisering.
Heimurin gerst alsamt meira polariseraður, verður ofta nevnt. Hóast vit ikki neyðturviliga eru meira ósamd enn vit altíð hava verið, hava nógvar ósemjur fingið eitt annað og meira ræðandi lyndi, og summi evnir tykjast beinleiðis ógjørlig at hava virðiligt orðaskifti um.
Sigri Gaini, ph.d. í politiskari heimspeki, fer hetta kvøldið at seta sjóneykuna á polarisering í almenna, politiska kjakinum og viðgera spurningin um, hví hetta er ein alsamt vaksandi avbjóðing í fólkaræðinum – bæði í Føroyum og í øðrum pørtum av (vestur)heiminum.
Suni Poulsen, sálarfrøðingur, fer at hugleiða um sálarfrøðiligu síðurnar av polarisering, herundir orsøkir til hví vit kunnu vera so rúkandi ósamd, at vit beinleiðis skipa okkum í pólar. Serliga verður útgangsstøðið tikið í granskingini hjá amerikanska moralpsykologinum Jonathan Haidt.
Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.