+298 219484 er@er.fo

Hoyringarsvar almannatrygd og tænastur

Etiska ráðið hevur fingið til hoyringar “Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur – (endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við at barn doyr, stuðul til sjúkuútreiðslur og javning)”.

Etiska ráðið tekur undir við og fegnast um, at foreldur, sum missa eitt barn, ella sum fáa eitt barn, ið er deyðføtt, nú fáa rætt til endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í tíðini eftir andlátið ella tíðini eftir, at barnið er føtt.

Hoyringarsvar revsilógin kap. 24 um kynslig brotsverk

Etiska ráðið hevur fingið broytingarnar í revsilógini kap. 24 til hoyringar. Etiska ráðið fegnast um, at rættartrygdin og rættvísiskenslan við ætlaðu broytingunum verður styrkt, og at sjálvsavgerðarrætturin hjá tí, sum er fyri kynsligum ágangi, ikki eigur at vera eitt ivamál.

Fundur við Trivnaðarnevnd Løgtingsins

Etiska ráðið var 23. november 2021 á fundi við Trivnaðarnevnd Løgtingsins, har uppskot um løgtinglóg um framtíðarfulltrú var til viðgerðar. Uppskotið, orðaskiftið í Løgtinginum og skjøl, sum hoyra til málið, teirra millum ummælisskriv frá Etiska ráðnum, eru at finna á heimasíðu Løgtingsins.