+298 219484 er@er.fo

Hoyringarsvar tvingsilslógin

Hoyring um uppskot til løgtingslóg um tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin (tvingsilslógin)

Etiska ráðið hevur havt tvingsilslógina til hoyringar og ásannar, at tað kann verða tvørligt og ofta ómøguligt at lýsa við dømum, nær smærri og størri inntriv eru til gagns fyri persónin, sum talan er um.

Hoyringarsvar vælferðarlógin

Hoyring um uppskot um løgtingslóg um almannatrygd og vælferð (Vælferðarlógin)

Sambært almennu viðmerkingunum skal Vælferðarlógin loysa av verandi forsorgarlóg. Etiska ráðið tekur undir við, at neyðugt ervið lóg, ið virkar sum trygdarnet, og at slík lóg eigur at taka støði í og leggja dent á “sjálvsavgerðarrætt borgarans, soleiðis, at tænastur og veitingar verða veittar við støði og ynski borgarans í mun til egna lívsstøðu, og soleiðis, at borgarin hóast tarn ella sjúku fær eitt fyri hann nøktandi og innihaldsríkt lív.”

Hoyringarsvar varskógvaraskipan

Etiska ráðið hevur fingið uppskotið til løgtingslóg um varskógvaraskipan til kunnleika og møguligar viðmerkingar.

Við hesari lóg fáa alment sett starvsfólk, navngivið ella ónavngivið, møguleika at boða frá óreglusemi í fyrisitingini uttan ótta fyri, at tað fær starvsrættarligar avleiðingar.