+298 219484 er@er.fo

Magni Højgaard nýggjur limur í Etiska ráðnum

Leif Olsen, sum hevur verið limur í Etiska ráðnum, síðani ráðið fór til verka 1. januar 2018, hevur valt at takka fyri seg. Í hesum sambandi takka vit Leif Olsen fyri drúgva og virðismikla tænastu í Etiska ráðnum, har hann við sínum royndum og háttalagi hevur verið við til at mynda kjakið um etiskar spurningar í samfelagnum.

Eftir tilmæli frá landsstýrismanninum í almanna- og mentamálum hevur landsstýriskvinnan í heilsumálum nú tilnevnt Magna Højgaard sum nýggjan lim í Etiska ráðnum.

Magni Højgaard er 44 ára gamal og starvast sum leiðari í Rówt. Rówt er eitt uppsøkjandi og samskipandi tilboð til ung í Føroyum við álvarsomum avbjóðingum innan sálarheilsu og bundinskap. Hann hevur áður verið leiðari á sosialu eindini hjá Bláa Krossi Føroya (2015–2019), og hevur harumframt drúgvar royndir úr Danmark, har hann arbeiddi á Mændenes Hjem á Istedgade í Keypmannahavn.

Við tilnevningini av Magna Højgaard fær Etiska ráðið ein lim við breiðum innliti í sosialar og heilsuligar spurningar og við hollum royndum úr arbeiðinum við menniskjum, sum ofta liva á útjaðaranum av samfelagnum.

Etiskir spurningar við atliti til berarakanningar fyri álvarsligar arvaligar sjúkur

Etiskir spurningar við atliti til berarakanningar fyri álvarsligar arvaligar sjúkur

Alment skriv frá Etiska ráðnum,

Tórshavn, 5. feb. 2025.

Etiska ráðið hevur til endamáls at fremja og styrkja kjak og vitan um etiskar spurningar, ið stinga seg upp í tí føroyska samfelagnum. Ráðið hevur í rúma tíð valt at arbeiða við málinum um berarakanningar viðvíkjandi álvarsomum og ofta deyðiligum arvaligum sjúkum í Føroyum. Ítøkiliga snýr hetta skriv seg um fyrimunir og vansar við tílíkum kanningum.

Til ber at lesa skrivið her:

Etiskir spurningar við atliti til berarakanningar

Viðmerkingar uppskot til Løgtingslóg um broyting í Revsilógini og Frástøðuboðslógini (Ágangur móti alment settum starvsfólki, tráfylging, sálarligur harðskapur og kartellavtalur undir serliga skerpandi umstøðum)

Løgmálaráðið hevur heitt á ymiskar felagsskapir í Føroyum at koma við viðmerkingum til broytingaruppskot í samband við løgtingslóg um revsing (Revsilógin) og løgtingslóg um frástøðuboð, uppihaldsforboð og burturvísing (Frástøðuboðslógin). Etiska ráðið er ein av hesum felagsskapum. Hóast kjarnuøkið, sum viðvíkur Etiska ráðnum sambært løgtingslóg nr. 70 frá 29. mai 2017, fyrst og fremst snýr seg um tað, sum í stuttum kann kallast bioetikkur, so hevur ráðið heimild at “upplýsa almenningin og taka etiskar spurningar til umrøðu í almenninginum”. Vit vilja tí koma við stuttari viðmerking til broytingaruppskotið hjá Løgmálaráðnum. Heilt ítøkiliga vilja vit viðmerkja tí, sum viðvíkur sálarligum harðskapi.

Etiska ráðið svaraði 13. feb. 2025.

Til ber at lesa viðmerkingarnar her:

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um revsing og løgtingslóg um frástøðuboð, uppihaldsforboð og burturvísing

Viðvíkjandi uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Áseting av pensjónsaldri)

Víst verður til teldupost – dagfest 6. nov. 2024 – har omanfyri nevnda uppskot er sent Etiska ráðnum til hoyringar. Ráðið takkar fyri og hevur hesar viðmerkingar, ið eru bygdar upp á tann hátt, at fyrst ein stutt lýsing av, hvussu ráðið skilir uppskotið, og síðani viðmerkingar til hetta.

Etiska ráðið svaraði 4. des. 2024.

Til ber at lesa viðmerkingarnar her:

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a

Ummælisskriv til Uppskot til løgtingslóg um at skipa heilsutænastur í nærumhvørvinum hjá borgarunum

Etiska ráðið takkar fyri møguleikan at koma við viðmerkingum til uppskot til løgtingslóg um at skipa heilsutænastur í nærumhvørvinum hjá borgarunum. Etiska ráðið metir at lógaruppskotið er væl frágingið, og at endamálið við tí er gott. Etiska ráðið hevur onkrar smærri viðmerkingar.
Etiska ráðið svaraði 6. sept. 2024.

Til ber at lesa viðmerkingarnar her:

Ummælisskriv til Uppskot til løgtingslóg um at skipa heilsutænastur í nærumhvørvinum hjá borgarunum