8. septembur 2025 varð almenn ráðstevna hildin í Norðurlandahúsinum við heitinum “Raðfestingar í almennum heilsutilboðum: Hvat er rætt og rættvíst at gera?”. Ráðstevnan hevði til endamáls at birta í kjak um raðfestingar av heilsutilboðum innan almenna geiran, og at varpa ljós á týdningin av gjøgnumskygni og rættvísi í raðfestingarprosessum.
Á skránni vóru fyrilestrar at hoyra um raðfestingar úr ymiskum sjónarhornum:
• Kjeld Møller Pedersen, professari í heilsubúðskapi, Syddansk Universitet.
• Sirið Stenberg sum fyrrverandi landstýrisskvinna í heilsu- og almannamálum.
• Hjørdis Mortensen, stjóri í almannaverkinum.
• Pál weihe sum professari í arbeiðismedisin og fyrrverandi leiðari á Landssjúkrahúsinum.
• Jógvan D. Hansen, lærari í heimspeki á Fróðskaparsetri Føroya.
• Pallborðskjak. Jana Mortensen leiddi.
Ráðstevnan var ókeypis, og var stuðlað av Betri Stuðul.
Tað vóru Etiska ráðið, Sjúkrarøktaretiska ráðið, og Siðfrøðinevndin hjá felagnum Føroyskir Sálarfrøðingar, sum í felag skipaðu fyri.
