+298 219484 er@er.fo

Útgávur

So hvørt sum útgávur koma, verða tær lagdar her.

Ársfrágreiðing 2020

Ársfrágreiðing hjá Etiska ráðnum fyri 2020 lýsir tey evnir, sum ráðið hevur arbeitt við farna árið.

Les ársfrágreiðingina her.

 

Leiðreglur fyri etiska handfaring av smittusjúkum

Bóklingur, sum heimsheilsustovnurin WHO gav út í 2016 til at stuðla undir etisku handfaringina í støðum, tá álvarsamar farsóttir herja.

Etiska ráðið í Føroyum hevur í sambandi við COVID-19 tikið stig til at týða bóklingin til føroyskt og útgeva hann.

Bóklingurin er ætlaðar sum íkast til almennar, fólkaheilsuligar etiskar leiðreglur. Tær skulu tí lesast saman við meira almennum vegleiðingum um evnir sum fólkaheilsueftirlit, gransking við menniskjum, og tørvin hjá viðbreknum bólkum.

Les bóklingin her.

 

Ársfrágreiðing 2019

Ársfrágreiðing hjá Etiska ráðnum fyri 2019 lýsir tey evnir, sum ráðið hevur arbeitt við farna árið.

Les ársfrágreiðingina her.

 

Etiska ráðið hevur givið út greinina:

Etisk argumentatión

Biotøkni hevur við sær nýggjar etiskar tvístøður

Hvussu eiga vit at skifta orð um og svara hesum á ein góðan og uppbyggjandi hátt?

Hvørjar íleguroyndir kunnu foreldur bíleggja av sínum børnum? Eru mørk fyri, hvussu langt vit eiga at fara, fyri at broyta náttúruna við hjálp av tøkni? Eru tað summir tøkniligir møguleikar, vit ikki eiga at brúka, hóast tað kann vera til gagns fyri onkran?

Útgávan er umsett úr norskum
Henda útgávan er talgild og kann takast niður við at trýsta her.

Etiska ráðið hevur givið út bóklingin:

Etikkur – ein evnislýsing

Henda útgávan er talgild og kann takast niður við at trýsta her.
Etikkur – ein evnislýsing er upprunalig ein svensk bók, sum Statens Medicinsk Etiska Råd (SMER) í Svøríkið hevur givið út. Etiska ráðið hevur fingið loyvi frá SMER at umseta bókina til føroyskt og at almannakunngera tekstin.

Um bóklingin

Etikkur – ein evnislýsing skal viðvirka til at eggja og stimbra kjakið um etiskar spurningar, sum viðkoma okkum øllum. Talan kann vera um ævigar spurningar um lívsins byrjan og enda, og spurningar sum koma, sum fylgja av medisinskari og tøkniligari menning.
Bóklingurin greiðir frá nøkrum av teim týdningarmestu etisku meginreglunum, og vísir á etiskar trupulleikar, sum eru í sjúkrarøkt, umsorgan og medisinskari gransking. Bóklingurin lýsir hvussu til ber við etiskari útgreining, at koma ávegis til vælhugsaðar støður ella sjónarmið.

Ársfrágreiðing 2018

Hetta er fyrsta ársfrágreiðing hjá Etiska ráðnum. Ársfrágreiðingin lýsir tey evnir, sum ráðið hevur arbeitt við farna árið. So skjótt ráðið var sett, var avrátt at ráðið í fyrstu atløgu skuldi seta seg inn í mál, sum  hava við bio- og ílegutøkni at gera og fáa kunning um tær ymsu etisku greinarnar.

Les ársfrágreiðingina her.