+298 219484 er@er.fo

Soleiðis verða ráðslimir valdir

Tað er landsstýrismaðurin í heilsu- og innlendismálum, sum setur limirnar í Etiska ráðnum. Etiska ráðið hevur 9 limir, ið verða settir fyri 4 ár í senn.

Tilnevningin verður gjørd eftir ávísum reglum, soleiðis at landsstýrismaðurin í heilsu- og innlendismálum tilnevnir formannin í ráðnum, umframt ein lim.

Síðan tilnevnir landsstýrismaðurin í heilsu- og innlendismálum:

ein lim eftir tilmæli frá landsstýrismanninum í almannamálum

ein lim eftir tilmæli frá Kommunufelagnum

ein lim eftir tilmæli frá landsstýrismanninum í vinnumálum

ein lim eftir tilmæli frá landsstýrismanninum í kirkjumálum

tríggjar limir eftir tilmæli frá politisku flokkunum, ið hava umboð á Løgtingi.

Tey, ið verða tilnevnd í ráðið, skulu hava innlit í etisk, mentanarlig, samfelagslig og faklig viðurskifti, ið hava týdning fyri virksemið hjá ráðnum.

Limir í ráðnum kunnu ikki sita á Løgtingi ella í kommunustýri.

Limirnir verða sitandi í ráðnum, til nýggir limir eru tilnevndir. Tá ið ráðið verður sett av nýggjum, verður miðað ímóti, at í minsta lagi 3 limir frá undanfarna valskeiði verða sitandi eitt valskeið afturat. Limir kunnu verða settir av nýggjum eina ferð.

Landsstýrismaðurin í heilsu- og innlendismálum skal tryggja, at ráðið verður samansett við fólki við fjølbroyttum útbúgvingum og royndum og at umleið eins nógvir limir av báðum kynum eru umboðað.

 

Ráðsfundur

Ráðið hevur sum útgangsstøði 10 fundir um árið.