+298 219484 er@er.fo

Hoyringarsvar vælferðarlógin

Hoyring um uppskot um løgtingslóg um almannatrygd og vælferð (Vælferðarlógin)

Sambært almennu viðmerkingunum skal Vælferðarlógin loysa av verandi forsorgarlóg. Etiska ráðið tekur undir við, at neyðugt ervið lóg, ið virkar sum trygdarnet, og at slík lóg eigur at taka støði í og leggja dent á “sjálvsavgerðarrætt borgarans, soleiðis, at tænastur og veitingar verða veittar við støði og ynski borgarans í mun til egna lívsstøðu, og soleiðis, at borgarin hóast tarn ella sjúku fær eitt fyri hann nøktandi og innihaldsríkt lív.”