+298 219484 er@er.fo
Etiska ráðið sendi 4. juni 2020 avvarðandi myndugleikum (Heilsumálaráðnum, Almannamálaráðnum og Kommunufelagnum) hesa áheitan viðvíkjandi koronutiltøkunum og støðuna hjá teimum gomlu á røktarheimunum kring landið.
 
Meðan koronusmittan hevur gjørt um seg, hevur verið neyðugt at seta umfatandi tiltøk í verk fyri at verja okkum øll fyri smittuni. Hetta hevur rakt alt samfelagið, men serliga meint hevur tað rakt tey gomlu á røktarheimunum, sum hava sitið avbyrgd í langa tíð.
Hetta hevur fingið fleiri at seta spurnartekin við støðuna.
Í fyrsta lagi verður spurt, hví tað er verri at doyggja av koronu enn øðrum sjúkum, og í øðrum lagi, hví tey gomlu ikki sjálvi skulu sleppa at gera av, um tey vilja sita avbyrgd ella ikki.
Víst hevur verið á, at tað fyri mong av teimum gomlu er nógv verri at sita avbyrgd í einsemi sína seinastu tíð, tá tey hava mest brúk fyri at hava fólk um seg, enn at vita seg vera í vanda fyri at verða smittað av koronu ella øðrum sjúkum.
Etiska ráðið hevur millum annað til endamáls at gera almennar myndugleikar betur førar fyri at taka støðu í etiskum spurningum. Tí hevur ráðið av sínum eintingum tikið til viðgerðar málið um støðuna hjá teimum gomlu á røktarheimunum í sambandi við koronutiltøkini, og ráðið vil við hesum kunna avvarðandi myndugleikar um viðgerðina.
Leggjast skal afturat, at hetta er ikki ætlað sum ein atfinning, men partur av viðgerðini.
 
Lýsing av støðuni
Tá Føroyar um miðjan mars mánað fór niður í ferð fyri at forða fyri, at COVID-19-smittan breiddi seg, hevði tað eisini við sær, at øll fyriskipað felags tiltøk fyri eldri borgarar, sum eldratænasturnar vanliga veita, vórðu avlýst, og bústovnar, ellis- og røktarheim vórðu stongd fyri allari vitjan.
Tá slík støða við ókendari, illa smittandi umfarssótt so brádliga tekur seg upp, er tað skiljandi, at skjót og strong tiltøk mugu setast í verk til tess at verja samfelagið alt fyri smittuni.
Tað er ymist sum lond hava valt at verja sínar borgarar, summi hava viðtikið lógir, sum skerja grundleggjandi mannarættindi í avmarkaða tíð, onnur vilja ikki ganga tann vegin, men heita í staðin á borgarar sínar um sjálvbodnar at fylgja tilmælunum frá myndugleikunum.
Føroyar valdu hendan seinna leistin, og tað hevði við sær, at grundleggjandi rættindini hjá øllum borgarum í landinum, eisini teimum gomlu, vóru óbroytt, hóast nógv avmarkandi tiltøk hava verið sett í verk; til dømis hava skúlar, mentanarstovnar og partar av vinnulívinum verið stongdir, fólk í almennum størvum hava verið send til hús at arbeiða, og røktarheim hava sum nevnt verið stongd fyri allari vitjan.
Vit kunnu í dag fegnast um, at tiltøkini til fulnar hava virkað eftir ætlan, og nú ongin COVID-19-smitta longur er í landinum, hava myndugleikarnir gjørt av at lata eldraøkið stigvíst upp aftur, so at tey eldru kunnu fáa vitjan og ein meira innihaldsríkan gerandisdag.
Men hevur prísurin verið ov høgur fyri summi?
 
Etisku leiðreglurnar hjá WHO
Tá ið talan er um avmarkingar í frælsi hins einstaka, so sum avbyrging ella ikki, mælir
heimsheilsustovnurin, WHO, í etisku leiðreglum sínum Guidance For Managing Ethical Issues In Infectious Disease Outbreaks (2016) myndugleikunum til altíð at seta sær spurningin, um avleiðingarnar av tiltøkunum standa mát við skerjingina í frælsinum hjá tí einstaka, ella um sama ella betri úrslit kundi fingist við linari tiltøkum?
WHO mælir eisini politikarum og øðrum, sum taka avgerðirnar, til at lurta eftir og taka ímóti ráðum frá øllum, sum virka innan eldraøkið, feløgum, einstaklingum og øðrum, um hvussu frælsisskerjingin ávirkar sum minst. Eisini verður mælt til, at tað almenna kunnar bæði greitt og ofta um allar avmarkingar, sum ávirka frælsið hjá tí einstaka og rættin at ráða sær sjálvum.
 
Viðgerðin í Etiska ráðnum
Etiska ráðið heldur, at sæð frá einum etiskum sjónarhorni hevur kunningin frá almennu Føroyum yvirhøvur verið nøktandi. Avleiðingarnar av tiltøkunum hava eisini yvirhøvur staðið mát við skerjingina í frælsinum hjá tí einstaka.
Etiska ráðið heldur tó, at tá talan er um tey gomlu á røktarheimunum, áttu myndugleikarnir at verið farnir fram við størri varsemi. Teir áttu at sett sær spurningin, um ikki serligar fyriskipanir kundu verið settar í verk nógv fyrr, sum tryggjaðu teimum gomlu betri møguleikar at fáa vitjan og at vera saman við øðrum. Havast má í huga, at røktarheimini eru heim teirra, sum búgva har, og at mong teirra hava ikki langa tíð eftir at liva í.
Etiska ráðið heldur, at myndugleikarnir í hesum máli hava verið ov paternalistiskir og í ovurumsorgan hava sett til viks autonomiina hjá teimum gomlu. Atlit til sjúkrahús- og heilsuverk, røktarstarvsfólk og onnur hava helst vigað tyngri enn atlitið til sjálvavgerðarrættin og lívsvirðini hjá teimum gomlu, og tað hevur gingið nógv út yvir teirra lívsgóðsku hesa tíðina.
 
Áheitan
Etiska ráðið heldur, at her er talan um eitt øki, sum krevur serligt varsemi og serlig atlit frá samfelagnum. Tí verður heitt á avvarðandi myndugleikar, Heilsumálaráðið, Almannamálaráðið og Kommunufelagið, um at hyggja nærri eftir, hvussu hendan avbjóðing verður loyst á ein betri hátt, skuldi smittustøða við koronu ella aðrari ókendari, illa smittandi umfarssótt aftur tikið seg upp.
Etiska ráðið bjóðar seg eisini til at ráðgeva og at koma við hugskotum, um myndugleikarnir hava áhuga í tí.