+298 219484 er@er.fo

Hjartastartarar á bústovnum fyri eldri

Tøkniliga menningin hevur ført við sær, at í dag eru hjartastartarar lættir at handfara, bæði tí teir eru smáir í vavi og tí munnlig vegleiðing er innbygd. Hetta merkir, at tá hjartastartari verður brúktur, fer ein sjálvvirkandi rødd í gongd, sum vegleiðir brúkaran.

Fyrr vóru hjartastartarar einans á sjúkrahúsum. Nú hevur almenningurin í størri mun atgongd til hjartastartarar og seinastu árini eru alt fleiri hjartastartarar settir upp á ymsum støðum í Føroyum. Á heimasíðuni hjartastartari.fo er yvirlit at finna.

Hagtøl vísa, at lutfalsligu ringu møguleikarnir at yvirliva ein hjartasteðg í almenna rúminum økjast munandi, um skjótt verður borið at, við at geva lívbjargandi fyrstuhjálp. Tess fleiri hjartastartarar eru í almenna rúminum, tess størri eru sannlíkindini fyri at yvirliva ein hjartasteðg.[1]

Øll fólk hava rætt til fyrstuhjálp, eisini eldri fólk á bústovnum. Tó koma fram ymiskar etiskar tvístøður, tá vit seta spurningin, hvat merkir tað fyri eldri fólk á bústovni, at hjartastartari verður settur upp á stovninum ?

Spurt kann verða um, hvørt tað er ein sjálvfylgja, at hjartastartari verður nýttur til búfólkini, tá tørvur er á tí, ella um støður eru, har hjartastartari ikki eigur at verða nýttur. Vit kunnu eisini spyrja, hvør skal taka avgerð um, hvat rættast er at gera?

Etiska ráðið hevur luttikið á kjakfundi um hjartastartarar á bústovnum fyri eldri fólk.

Á fundinum komu ymisk viðurskifti fram, sum vit kunna um her.

 

Endamál við hjartastartara
Endamálið við hjartastartara er at hækka talið av góðum úrslitum av fyrstuhjálp, tá persónur fær hjartasteðg.

Gransking vísir, at um vanlig fólk duga at geva hjarta- og lungnabjarging, økja vit møguleikan hjá nógv fleiri fólkum, at yvirliva ein knappliga óvæntaðan hjartasteðg. Fyri hvønn minutt sum gongur,  fellur møguleikin at yvirliva við 7 – 10%.[2]

 

Etiskar tvístøður
Tað eru fleiri ymisk fólk, sum hava sína dagligu gongd á bústovnum fyri eldri fólk. Í fyrsta lagi er talan um tey, sum búgva á stovninum. Harnæst er talan um starvsfólkini, sum eru um búfólkini alt samdøgrið og umframt starvsfólkini eru avvarðandi og onnur vitjandi.

Í orðaskiftum um etiskar tvístøður, í samband við uppsetan av hjartastartarum á bústovnum fyri eldri, eru tað tey eldri, sum eru í miðdeplinum, heldur enn starvsfólk og vitjandi, hóast tey hava sína dagligu gongd á sama stað.

Hetta skal síggjast út frá tí, at hjá starvsfólki og vitjandi er ikki talan um ta seinasu tíðina av lívinum og tí koma spurningarnir ikki á sama hátt um, hvørt tað er gagnligt ella ikki, at hava hjartastartara tøkan.

Hinvegin kann ein siga, at tað kann hava beinleiðis neiligar avleiðingar fyri starvsfólk og vitjandi, um hjartastartari ikki er á bústovni, har starvsfólk og vitjandi eru.

 

Eldri á bústovni
Eldri borgarar, sum búgva á bústovni, hava sama krav um fyrstuhjálp sum øll onnur.

Kortini íkoma etiskar tvístøður, tá mett verður um, hvat tað kann merkja fyri eitt eldri búfólk, at hjartastartari er í húsinum, har viðkomandi býr og fær dagliga røkt og umsorgan seinastu tíðina av lívinum.

Í einstøku støðuni kann ábyrgdarhavandi lækni annaðhvørt meta, at tað er gagnligt at geva fyrstuhjálp og soleiðis brúka hjartastartara ella meta, at útlitini eru vónleys fyri búfólki.

Hinvegin kann búfólki sjálvt hava tikið støðu til, at viðkomandi velur hjartastartara frá, um støða skuldi íkomið, har hjartastartari kundi verið nýttur.

Fyri starvsfólk er umráðandi, at kenna umstøðurnar hjá tí einstaka búfólkinum so væl sum gjørligt, fyri at kunna taka eina skikkaða og skilagóð avgerð, um búfólk knappliga fær óvæntaðan hjartasteðg.

Men hvussu skulu vit bera okkum at, fyri at kunna vita og fáa greiðu á, hvat er tað rætta at gera ?

Niðanfyri eru nøkur dømi um spurningar, sum kunnu vera við til at lýsa margtýdni (kompleksitetin) í hesum máli.

Dømi um ivamál í samband við at velja lívsleingjandi viðgerð við hjartastartara frá:

·         Nær kunnu vit velja uppafturlíving frá?

·         Hvør kann velja uppafturlíving frá?

o   Búfólkið?

o   Næstu avvarðandi?

o   Lækni?

o   Røktarstarvsfólk?

·         Nær er búfólk ikki ført fyri at taka egnar avgerðir?

·         Hvat um búfólkið ella avvarðandi ikki eru samd við lækna/røktarstarvsfólk?

·         Hvat um nærmastu avvarðandi ikki eru samd?

Til høgru á hesari síðuni eru tilmæli um, hvussu ein tilgongd um hjartastartara á bústovni fyri eldri, kann skipast.

Viðkomandi lesnaður
Niðanfyri er víst á leinkjur til viðkomandi útgávur.

Det Etiske Råd: Udtalelse om undladelse og afbrydelse af livsforlængende behandling

Sundhedsstyrelsen: Hjertestartere AED placeret udenfor sygehuse

 

[1] Undladelse og afbrydelse af livsforlængende behandling. Etisk råd 2012 s. 9
[2] Hjartastartaranetverkið  www.hjartastartari

 

 

 

Tilmæli

•      Mælt verður til at leiðsla og starvsfólk tryggja, at búfólk og/ella avvarðandi tosa um og taka avgerð um, hvørji teirra ynski eru í sambandi við møguligan hjartasteðg og at hetta verður skjalfest í samstarvi við viðkomandi lækna.

•      Mælt verður til, at nágreiniligar mannagongdir verða gjørdar í sambandi við brúk av hjartastartara á bústovnum og at hesar verða viðgjørdar við jøvnum millumbilum og í sambandi við nýggjar starvssetanir. 

•      Mælt verður til, at raðfesta venjingar til starvsfólkið á bústovnum í hjarta- og lungnabjarging frammarlaga.