+298 219484 er@er.fo
Ársfrágreiðing fyri 2023 handað

Ársfrágreiðing fyri 2023 handað

Í farnu viku vitjaðu Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, og embætisfólk Etiska ráðið í nýggju hølunum. Hetta var í sambandi við at ársfrágreiðingin fyri 2023 varð handað.

Etiska ráðið flutti síðst í 2023 inn í nýumvæld høli hjá KFUK í Tórshavn. Hetta eftir at KFUK vann útboðið á Keypsportalinum tá Etiska ráðið, við hjálp frá Landsverki, lýsti eftir nýggjum hølum. Í tí sambandi ynskti Etiska ráðið at vísa landsstýriskvinnuni runt í nýggju hølunum, og vísa fram teir hentleikar, ið ráðið hevur fingið atgongd til við leigumálinum.

Tískil vórðu landsstýriskvinnan og tey embætisfólk, ið varða av Etiska ráðnum, boðin at koma framvið, og ársfrágreiðingin fyri 2023 varð handað við sama høvið.

Formaðurin í Etiska ráðnum, Bergur Debes Joensen, og fakligi skrivarin hjá Etiska ráðnum, nýttu høvið at greiða frá tí virksemi, ið hevur verið, eins væl og greiða frá framtíðarætlanum, og seta fram ynski um, at Etiska ráðið verður uppraðfest á fíggjarlógini fyri 2025.

Formaðurin og landsstýriskvinnan blivu samd um, at Etiska ráðið vitjar Heilsumálaráðið í heyst, og at frameftir verður miðað ímóti, at landsstýriskvinnan hevur tveir fundir um árið við Etiska ráðið.

Etiska ráðið gleðist um, at landsstýriskvinnan og embætisfólk hennara tóku sær tíð til hetta, og vísa áhuga fyri arbeiðinum, ið Etiska ráðið stendur fyri.

Ársfrágreiðingin fyri 2023 kann lesast her: https://etiskaradid.fo/project/arsfragreiding2023/

Á myndini síggjast frá vinstru síðu: Regin Berg, fakligur skrivari, Guðrun Maria Mortensen, fulltrúi, Jan Simonsen, deildarstjóri, Margit Stórá, landsstýriskvinna, og Bergur Debes Joensen, formaður í Etiska ráðnum.

Upptøkur av ráðstevnu um fosturtøku

19. apríl 2023 skipaði Etiska ráðið fyri ráðstevnu um fosturtøku.

Endamálið við ráðstevnuni var at hyggja at argumentum fyri og ímóti fosturtøku. Vit vóna at ráðstevnan kann vera við at gera, so fólk skilja argumentini á báðum síðum, og kann vera eitt íkast til at kjakið um fosturtøku er minni merkt av polarisering.

Til ber at síggja og hoyra framløgurnar frá tiltakinum her.

Alment tiltak útsett

Áður fráboðaða almenna tiltakið hjá Etiska ráðnum, við yvirskriftini “Rættvísar raðfestingar í heilsuverkinum”, sum eftir ætlan skuldi verða 10. november 2021, er fyribils útsett til í februar ella mars 2022.

Alment tiltak í Suðuroy

Etiska ráðið skipar nú almennum tiltaki í Suðuroy. Kjakfundur verður á Miðnámsskúlanum í Suðuroy sunnudagin 8. november 2020 frá kl. 14.30 til 17.00, og til viðgerðar eru etiskir spurningar, sum knýta seg at gentøknifrøði, ið hevur ávirkan á menniskju.

Stóru frambrotini innan gentøkni seinastu árini krevja, at vit í dag og næstu tíðina skulu viðgera og taka støðu til stórar etiskar spurningar, sum ikki áður hava verið á breddanum. Skulu vit til dømis hava alt at vita um, hvørjar arvaligar sjúkur vit eru berarar av? Hvør skal hava atgongd til upplýsingar um okkara ílegur og arvaeginleikar?

Hvussu skulu vit samrøða um slíkar spurningar, tá vitanin og møguleikarnir innan hesa tøkni næstan ongi mørk kennir?

Etiska ráðið eygleiðir gongdina í samfelagnum og tekur, av egnum ávum, til viðgerðar almennar og prinsipiellar etiskar spurningar um gransking í og nýtslu av biotøknifrøði og gentøknifrøði, ið hevur ávirkan á menniskju. Ráðið skal upplýsa almenningin og taka etiskar spurningar til umrøðu í almenninginum, og er við til at byggja upp almenna vitan og førleikar um etiskar spurningar í Føroyum.

Jógvan Dahl, fyrrverandi lærari og varaskúlastjóri á Venjingarskúlanum, fer at stýra fundinum, og tey, sum fara at hava upplegg og at taka lut í panelinum, verða Anne Mette Greve Klemensen, Marjun Bæk, Noomi O. Gregersen, Svein-Ole Mikalsen og Jógvan D. Hansen. Les skránna her.

Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.
Uppleggini kunnu síggjast her: www.etiskaradid.fo

Linnandi viðgerð og lívsgóðska áðrenn deyða – Palliatión

Endamálið við kjakfundinum er at lýsa, hvørjar etiskar støður og spurningar knýta seg at síðstu tíðini áðrenn deyða, og hvussu vit ynskja, at seinasta tíðin skal verða.

Fundurin er í Løkshøll mikukvøldið 6. november frá kl. 19.30 til 21.30.

Í okkara mentan er ikki so vanligt at vísa sorg ella at tosa um deyðan. Men deyðanum sleppur eingin okkara undan. Og tað er eins umráðandi at hava ein skynsaman etikk viðvíkjandi umstøðunum, tá ið vit liggja at doyggja, og viðvíkjandi deyðanum sjálvum, sum tað er í sambandi við lívsins byrjan.

Tað er uppgávan hjá heilsufakliga økinum at viðgera mein og at grøða sjúkur, so at sjúklingurin verður frískur aftur og – um hetta ikki ber til – at linna sjúkueyðkennini og harvið avmarka líðingina. Uppgávan er m.a. eisini at veita hjálp soleiðis, at tann sjúki kann varðveita sínar førleikar sum longst.

Men hvussu handfara vit hesar umstøður í dag og hvat áttu vit at gjørt betur?
Fundurin fer at varpa ljós á hesar spurningar:
Hvat er palliatión? Hvussu eru umstøðurnar í heimum, har fólk liggja til at doyggja og hvussu upplivir Heimatænastan hesar støður? Hvussu fara vit væl úr hesi verð og hví skulu vit stremba eftir at varðveita førleikarnar sum longst? Hvussu ynskja vit, at seinasta tíðin skal verða?

Fundurin verður skipaður við fimm uppleggum. Hildur við Høgadalsá, sjúkrarøktarfrøðingur og Master í yrkismenning, forkvinna í Etiska ráðnum fer yvirskipað at greiða frá um palliatión. Jonna Joensen, deildarleiðari í Heimatænastuni, fer at greiða frá royndum hjá Heimatænastuni og umstøðum tær hava varnast. Marjun Bæk, fyrrverandi sóknarprestur og limur í Etiska ráðnum, fer at hugleiða um tað at fara væl úr hesi verð og um tilveruspurningar evstu tíðina. Sólbjørg Frederiksberg, fysioterapeut og limur í Etiska ráðnum, fer at greiða frá hví rehabilitering og palliatión eiga at ganga hond í hond. Seinasta innleggið eigur Bjarni á Steig, yvirlækni og serlækni í blóðsjúkum og palliatión, sum fer at greiða frá palliatión í dag og frameftir.

Tað verður Uni Arge, journalistur, sum fer at stýra fundinum og í panelinum verða Jonna Joensen, Marjun Bæk, Sólbjørg Frederiksberg og Bjarni á Steig. Sí skrá.

Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.
Framløgurnar verða beinleiðis stroymdar og upptøkurnar lagdar á heimasíðuna hjá Etiska ráðnum www.etiskaradid.fo

Fosturdiagnostikkur

Fosturdiagnostikkur verður alt meira vanligur og kvinnur við barn hava møguleika at fáa vitan um heilsustøðuna hjá fostrinum, langt áðrenn barnið verður føtt. Endamálið er at kunna kvinnuna/parið á ein neutralan og nøktandi hátt, soleiðis at kvinnan/parið hevur møguleika at taka tað valið, sum er rætt fyri kvinnuna/parið – og ikki at forða at børn, sum bera álvarslig brek ella hava álvarsligar sjúkur verða fødd. Vísir fosturkanningin, at fostrið hevur onkra sjúku ella ber brek, verður hond tikið um hetta, meðan barnið er í móðurlívi ella so skjótt barnið er føtt.

Men hvat hendir, tá fosturkanningin vísir støðu ella sjúku, sum ikki kann viðgerast ella lekjast ?

Fosturdiagnostikkur førir við sær nógvar torførar etiskar spurningar, sum t.d. nær skal kvinnan fáa bjóðað fosturdiagnostikk ?, hvør skal fáa hetta tilboð ?, og hvussu eiga truplu støðurnar at handfarast, sum kvinnur og pør kunnu koma í orsakað av fosturdiagnostikki. Hvørjar avleiðingar kann ein fosturdiagnosa fáa persónliga og samfelagsliga? Ella er best einki at vita ?

Hesar spurningar varpa vit ljós á í Norðurlandahúsinum 22. mai kl. 19.30. Øll eru vælkomin og tiltakið er ókeypis. Skrá.