+298 219484 er@er.fo

Nýggjur bóklingur um etikk

Eiga vit altíð at halda givin lyfti, ella eru nøkur lyfti, sum í ávísum støðum kunnu og kanska enntá eiga at verða brotin? Kunnu vit aldrin gera einum menniskja mein ella pína tað?

Hetta eru nakrir spurningar, sum vera umrøddir í nýggja bóklinginum, sum Etiska ráðið hevur latið umsett og lagt á heimasíðuna trýst her. Endamálið við bóklinginum er at eggja og stimbra kjakið um etiskar spurningar, sum viðkoma okkum øllum. 

Etiskir spurningar eru viðkomandi fyri okkum øll og vit eiga at taka støðu til hesar spurningar. Men sjáldan er tað lætt at finna einføld svar uppá etiskar spurningar. Oftast koma svarini í samrøðuni við onnur. Bóklingurin lýsir eitt nú hvussu til ber, við etiskari útgreining, at koma ávegis til vælhugsaðar støður ella sjónarmið. 

Umframt spurningarnar omanfyri, verða m.a. hesir spurningar umrøddir:

  • Er menniskja ónt ella gott, frælst ella ófrælst, ábyrgdarfult ella ábyrgdarleyst, skynsamt ella óskynsamt?
  • Eri eg sjálv/ur  sinnað/ur at geva einum sjúkum menniskja lívgøgn míni?
  • Skulu avvarðandi sleppa at taka avgerðina, um støðan hjá tí deyða um vevnaðarflutning ikki er kend?
  • Hava vit tamarhald og ræði á tólmennum (robottum)?
  • Hvønn verða tey nýggju sløgini av tøkni ment til frama fyri og hvør fær atgongd til teirra og hvør fær nyttu av teimum?
  • Hvussu skal meginreglan um sjálvsavgerðarrættin brúkast, um ein sjúklingur hevur skerdan førleika til sjálvur at taka avgerð.

 Etiska ráðið vónar, at hesin bóklingur kann vera til gagns fyri lesaran.

 Tekna teg til tíðindabræv

Á www.etiskaradid.fo ber til at tekna seg til tíðindabræv frá Etiska ráðnum.

Fyrsta tiltak

Leidd og eygleidd

– er yvirskriftin á fyrsta almenna tiltakinum hjá Etiska ráðnum. Tiltakið er skipað sum kjakfundur og lýsir hvørjar etiskar spurningar talgilding í heilsuverkinum kann hava. Hvar gongur markið millum at vera leidd og eygleidd? Ynskja vit at ávirka hvar markið gongur? Skulu vit sjálvi siga frá? ella taka onnur ábyrgd okkara vegna?

Hesir eru høvuðsspurningarnir, sum verða umrøddir á kjakfundi í Reinsarínum mikukvøldið 28. november kl. 19.00.

Fundurin er skipaður so, at fyrst verða fleiri upplegg. Hesi eru um:

  • hvussu Talgildu Føroyar hevur hugsað um menniskjaliga aspektið, við at flyta seg til talgildar loysnir
  • hvørjar upplýsingar, tað almenna, og herundir heilsuverkið, kann skráseta um hvønn einstakan og hvussu upplýsingarnar verða vardar.
  • hvørjir tankar sjúklingar og avvarðandi hava um tær upplýsingar, sum heilsuverkið hevur um tey
  • hvussu vit tryggja okkum, at upplýsingarnar verða nýttar rætt og ikki misnýttar og um talgilding lýst úr einum etiskum sjónarhorni.

Tey sum hava upplegg og luttaka í panelorðaskiftinum eru: Nicolai M. Balle, Talgildu Føroyar, Jógvan Svabo Samuelsen, løgfrøðingur, Sigrun Mohr, umboðar borgaran, Eilev Sivertsen, KT grannskoðari og Jógvan D. Hansen, lærari í heimsspeki.

“Vit eru mitt í einari talgildari menning, sum gongur við rúkandi ferð, har m.a. okkara heilsuupplýsingar verða skrásettar, sum ongantíð fyrr. Tí er umráðandi at steðga á, og spyrja, hvussu hetta ávirkar okkum sum menniskju. Hvørjar fyrimunir hevur talgilding, hvørjar eru avleiðingarnar fyri okkara sjálvsavgerðarrætt og hvussu kunnu vit kenna okkum trygg?” sigur Hildur við Høgadalsá, forkvinna í Etiska ráðnum, sum sær fram til eitt áhugavert orðaskifti.

Tað verður Óluva Zachariasen, journalistur, sum fer at leiða kjakfundin, sum eisini verður teknmálstulkaður.

Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin.

Búmerki og heimasíða

Etiska ráðið hevur fingið búmerki, sum ímyndar 3 rundingar, sum eru settir saman til eitt livandi skap, sum hvílir í sær sjálvum. Rundingarnir eru sambundnir og kunnu mala og førka seg í mun til hvønn annan og ein kann spyrja: Hvar byrjar tann eini og hvar endar hin? Búmerkið vekir ávíst forvitni og umhugsni og talið 3 gongur aftur í rundingunum eins og í lívsins rútmu, sum við búmerkinum verður lýst á henda hátt:

Byrjan – miðja – endi. Skapan – lív – deyði. Fortíð – nútíð – framtíð.

Etiska ráðið viðger evnir, har tað sum oftast ikki eru eintýtt svar og har evnir kunnu síggjast úr ymsum sjónarhornum. Soleiðis ímyndar búmerkið arbeiðið hjá Etiska ráðnum.

Heimasíðan, sum er andlitið úteftir, er virkin og so hvørt sum Etiska ráðið viðger og umrøður almennar etiskar spurningar og evnir, verður tilfarið lagt á heimasíðuna.