LEIÐREGLUR FYRI ETISKA HANDFARING AV SMITTUSJÚKUM
Leiðreglur hjá WHO útgivnar á føroyskum
Tá álvarsamar farsóttir sum COVID-19 herja, mugu avgerðir ofta takast í skundi og stundum eisini á ivasomum vísindaligum grundarlagi.
Tíðartrýst og avmarkað tilfeingi kunnu forða umhugsan, heildarhugsan og gjøgnumskygni, ið ein sterk, etisk støðutakan annars krevur.
Leiðreglurnar eru gjørdar til at stuðla undir etisku handfaringina í slíkum støðum.
Skyldur hjá stjórnum og altjóða samfelagnum
Tillutan av avmarkaðum tilfeingi
Gransking í farsóttartíð
Rættindi og skyldur hjá heilsustarvsfólki
Kynsmunir
Serliga viðbreknar støður
Skert frælsi at flyta seg
Etiskar avbjóðinar í altjóða hjálpararbeiði
... og aðrir etiskir spurningar
Etisk evni
Hesi evni viðgera vit í Etiska ráðnum.
Higartil er talan um Etikk og talgilding, Fosturdiagnostikk, Hjartastartarar á bústovnum fyri eldri, og Linnandi viðgerð og lívsgóðska (palliatión).
Um Etiska Ráðið
Endamálið við Etiska ráðnum er at fremja og styrkja kjak og vitan um etiskar spurningar, sum knýta seg til nýtsluna av bio- og ílegutøkni, sum hava ávirkan á lívið hjá menniskjum.
Ráðslimir
Tað er landsstýrismaðurin í heilsu- og innlendismálum, sum setur limirnar í Etiska ráðnum. Etiska ráðið hevur 9 limir, ið verða settir fyri 4 ár í senn.
Etisk evni

Linni og lívsgóðska
Uppleggini frá kjakfundinum 6. november 2019 um linnandi viðgerð og lívsgóðsku áðrenn deyða kunnu síggjast her.

Fosturdiagnostikkur
Uppleggini frá kjakfundinum 22. mai 2019 um fosturdiagnostikk, kunnu síggjast her.

Hjartastartarar
Tiltakið – Tvístøðan á bróstinum -, varpar ljós á hjartastartarar og umstøðurnar hjá eldri borgarum á bústovnum.